Stórur danskur fagnaður eftir sigrurin í hálvfinaluni í gjár. (Mynd: IHF)

Danmark og Spania spæla finalu í kvøld

Agnar Frederiksen

30.07.2017 - 14:32

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Í kvøld verður HM-finalan fyri U21-lið leikt í høvuðstaðnum í Algeria. 

Heldur óvæntað eru tað Danmark og Spania, ið skulu leika um heimsmeistaraheitið. Tey sigraðu á ávíkavist Fraklandi og Týsklandi í gjárkvøldið.

Eins og í kvartfinaluni, tá Danmark vann 38-33 á Russlandi, so gjørdist hálvfinalan hjá dønum málrík. Tað endaði við, at Danmark vann 37-34 á fronsku favoritunum.

Spania vann við fimm málum á Týsklandi, eftir at spaniólar vóru á odda við einum í hálvleikinum. Endaliga úrsltið var 26-21.

Sambært veddingafyritøkunum er Spania favorittur í kvøld, men eftir flotta sigurin á Fraklandi í gjár, so eru vónirnar hjá dønum helst góðar. 

Dysturin um triðja plássið fer júst nú í gongd. Finalan byrjar kl.18.00