(Mynd: EPA)

Danmark og Svøríki hittast í fjórðingsfinaluni

Sverri Egholm

10.12.2017 - 21:02

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað komu ikki nógv mál í áttandapartsfinaluni millum Týskland og Danmark í VM endaspælinum, sum í hesum døgum verður leikt í Týsklandi.

Hóast donsku kvinnurnar fingu eina vánaliga byrjan við fleiri útvísingum og einum góðum Woltering í týska málinum, so vunnu tær trygt 21-17 við einari hálvleiksstøðu á 7-11.

Sum frá leið kom Danmark betri inn í dystin og Kathrine Heindal og Mette Tranborg fingu sjálvsálit, og gjørdu sítt til, at úrslitið gjørdist sum tað bleiv. Sandra Toft í málinum hevði eisini stóran leiklut í dystinum og gjørdist eisini dagsins leikari. Síðst í dystinum fingu týsku kvinnurnar hálað eitt sindur inn á Danmark, men tað var ov seint, og Danmark vann dystin 21-17.

Við sigrinum í kvøld hevur Danmark tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni móti Svøríki, sum verður leikt týsdagin. Í hinari fjórðingsfinaluni spæla Frakland og Montenegro.

Svøríki vann í kvøld ímóti 33-21 móti Slovenia í kvøld.