Mikkel Hansen og hinir á danska liðnum skulu stríðast ímóti týskarunum í næsta umfarið í millumumfarinum í kvøld(Mynd: EPA)

Danmark og Týskland bresta saman í kvøld

Agnar Frederiksen

21.01.2018 - 14:24

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Lagt er upp til tveir sera spennandi dystir í Varazdin í kvøld. Fyrst eru tað Týskland og Danmark, ið skulu í eldin, og seinni spæla Montenegro og Spania, ið vunnu hvør sín innleiðandi bólk. Hetta eru tveir dystir, ið kunnu fáa sera avgerandi týdning.

Bæði Týskland og Danmark vunnu sínar fyrstu dystir í millumumfarinum. Vinnarin av dystinum fer at hava sera góð kort á hondini í mun til at koma í hálvfinaluna. Dysturin hevur tað sereyðkenni, at nógvir av donsku leikarunum; sum til dømis Niklas Landin, René Toft, Mads Mensah og Lasse Svan, til dagliga spæla í týsku Bundesligaini. Danski venjarin Nikolaj Jackobsen er eisini venjari hjá týska stórliðnum Rhein-Neckar Löwen. Liðið hevur vunnið týsku kappingina tvey tey seinastu árini og nakrir av týsku leikarunum spæla dagliga fyri danska venjaran.

Tað er ein optimisma í Danmark eftir sigrarnar á Spania og Slovenia, og nú skal slagið standa ímóti grannunum. Liðini plaga at spæla tættar dystir. Týskland sló Danmark út úr millumumfarinum til EM seinast. Bæði liðini hava 4 stig undan dystinum.

Seinni í kvøld bresta Montenegro og Spania saman. Hetta er fyrsti dysturin hjá hesum liðunum í millumumfarinum. Montenegro kom víðari við trimum stigum, og Spania fekk tvey stig við sær víðari.

Kl.17.15: Týskland - Danmark
Kl.19.30: Spania - Montenegro



beint nú