(Mynd: tv2/østjylland)

Danmark: Seks fólk funnin deyð í sethúsum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

09.01.2017 - 18:06

Tíðindi > Danmark

Seks fólk eru funnin deyð í einum sethúsum í lítla býnum Ulstrup nærhendis Randers í Jútlandi. Tað boðar Østjyllands Politi frá í dag.

Tað var um middagsleitið, at løgreglan fekk fráboðan um, at okkurt óvanligt var hent í húsunum, sum standa í einum friðarligum íbúðarøki. Løgregla og sjúkrabilar vórðu send á staðið, har tey funnu seks deyð fólk, tvey vaksin og fýra børn.

Allan seinnapartin er umfatandi kanningararbeiði gjørt á staðnum, men enn hevur almenningurin ikki fingið at vita, hvat orsøkin er til sorgarleikin.

Íbúðarøkið er stongt fyri allari ferðslu, og ljósini á vegnum eru sløkt. Ekstra Bladet veit seinnapartin at siga frá grannum, at tá løgreglan kom á staðið, vórðu øll vindeygu og hurðar latnar upp á víðan vegg.