(Mynd: information.dk)

Danmark sendir enn fleiri hernaðarfólk at kríggjast móti IS



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 17:52

Tíðindi > Danmark

Fólkatingið hevur viðtikið at senda 30 hernaðarfólk afturat til Irak, at berjast móti Islamiska Statinum. Uppskotið var viðtikið eftir ynski frá USA, sigur danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen.

Samuelsen sigur, at tey sameindu vinna seg fram á tí eini síðuni á vígvøllinum, men at tað eru støð har tey sameindu ikki eru sterk nokk. Tí er neyðugt at senda fleiri hernaðarfólk til Irak.

Umframt tey 30 hernaðarfólkini sendir Danmark eisini 12 læknafólk.

Danmark gjørdist partur av teimum sameindu í stríðnum móti Islamiska Stati í Irak í 2014. Tá sendi danski staturin eitt Hercules-flutningsflogfar og eina manning á 55 fólk.

Um heystið 2014 sendi Danmark 7 flogfør og 280 fólk avstað, og í mars avgjørdi fólkatingið at senda stuðul, ikki bert til Irak, men eisini Sýria. Eftir hetta vóru tilsaman áleið 400 donsk hernaðarfólk við í stríðnum móti IS.