Christian Eriksen skal í eldin fyri Danmark í kvøld (Mynd: EPA)

Danmark skal spæla um HM atgongumerki í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 15:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Danska fótbóltslandsliðið tekur í kvøld ímóti Írlandi í Telia Parkini í Keypmannahavn í kvøld.

Danmark verða roknaði at verða stórfavorittar til dystin. Danmark endaði nr. 2 í sínum bólki í undankappingini við 20 stigum. Hetta vóru 5 stig færri enn Póland á fyrsta plássi, men 4 stig frammanfyri Montenegro á triðja plássi. Við fýra stigum niður til triðja plássi, og atgongumerki til play-off dystirnar, má sigast at Danmark hevði eina væleydnaða undankapping.

Tættari var í bólkinum hjá Írlandi. Serbia vann bólkinum við 21 stigum, og teimum í hølunum kom Írland við 19 stigum. Men tætt var allan vegin, tí at Wales á triðja plássi varð bert 2 stig aftanfyri Írland.

Dysturin er seinasti av teimum fyrstu HM play-off dystunum í Evropa. Í morgin skulu Sveis og Norðurírland aftur dystast, meðan Grikkaland skal royna at hevna stórtapi í Kroatia.