Fyrri play-off dysturin millum Danmark og Írland endaði málleysur (Mynd: EPA)

Danmark spælir avgerandi dyst um HM luttøku í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 18:39

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Írland og Danmark spæla í kvøld seinasta play-off dystin um at sleppa við til HM í Russlandi í 2018. Dysturin í kvøld verður leiktur á Aviva Stadium í Dublin kl. 19:45.

Fyrri dysturin millum londini var leiktur fyri trimum døgum síðan í Keypmannahavn. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og hevur tosið síðani verið, at Írland ikki gjørdi nógv fyri at vinna dystin.

Venjarin hjá Írlandi, navnframi Martin O’neill, sigur, at hansara lið má gera meir fyri at vinna dystin í kvøld. Írland spælir í kvøld ímóti einum donskum liðið, sum ikki hevur tapt seinastu 5 útidystirnar. Seinasta tapið var móti Pólland í oktober 2016.

Tó verður tað ein torfør uppgáva hjá Danmark, tí at Írland hevur bert tapt ein heimadyst teir 11 heimadystirnar Martin O’neill hevur verið írskur landsliðsvenjari.

Hóast góðu úrslitini hjá Írlandi á heimavølli eru Danmark favorittar at vinna dystin í kvøld.