Ungarn hevði meira enn trupult við at steðga Rasmus Lauge og co. í kvøld.
(Mynd: EPA)

Danmark vann greitt á Ungarn - yvirlit yvir fyrsta umfar

Agnar Frederiksen

13.01.2018 - 21:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Danmark setti Ungarn uppá pláss í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í kvøld. Danmark vann 32-25 í einum góðum hondbóltsdysti. Liðini fylgdust teir fyrstu 20 minuttirnar. Leikferðin var høg, og málini vóru nógv. So smátt byrjaði Danmark at taka yvir, og í hálvleikinum var Danmark á odda 14-12. 

Í 2.hálvleiki var eingin ivi: Tað var klassamunur, og danir vístu frálíkan hondbólt. Hetta var hóast Mikkel Hansen fekk sína triðju útvísing, og harvið reytt kort tíggju minuttir inn í 2.hálvleik. Jannik Green kom inn fyro Niklas Landin miðskeiðis í 1.hálvleiki, og hann og danska verjan fingu veruliga fatur á álopsspælinum hjá Ungarn. Í álopinum var serliga spælskiparin Rasmus Lauge stórspælandi, og tað vóru nógv jalig ting fyri restina av kappingini at síggja hjá dønum.

Danmark spælir aftur mánakvøldið. Tá eitur uppgávan Kekkia.

Bólkur A:
Kroatia 2
Ísland 2
Svøríki 0
Serbia 0

Svøríki – Ísland 24-26
Kroatia – Serbia 32-22

Bólkur B: 
Frakland 2
Hvítarussland 2
Norra 0
Eysturríki 0

Hvítarussland-Eysturríki 27-26
Frakland-Norra 32-31

Bólkur C: 
Týskland 2
Makedonia 2
Slovenia 0
Montenegro 0

Týskland-Montenegro 32-19 
Makedonia-Slovenia 25-24


Bólkur D:
Spania 2
Danmark 2
Ungarn
Kekkia

Spania-Kekkia 32-15
Danmark-Ungarn 32-25

Í morgin skulu liðini í bólki A og B í eldin aftur.