Harry Kane gjørdist hetjan hjá Onglandi í kvøld. (Mynd: EPA)

Danmark vann lykladyst - Týskland og Ongland til reiðar til HM

Agnar Frederiksen

05.10.2017 - 21:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Næstseinasta umfar í undankappingini hjá UEFA varð skotið í gongd í kvøld. Níggju dystir vórðu leiktir, og talan var um bólkarnar C,E og F. 

Í bólki C vann Týskland 3-1 í oddadystinum í Belfast. Harvið hevur Týskland nú vunnið níggju útav níggju dystum, og harvið vunnið sær pláss í HM-endaspælinum. Norður Írland skal leika playoff-dyst. Norra vann heili 8-0 í San Marino

Í bólki E vann Danmark lykladystin í Montenegro. Danmark vann 1-0, og tað var Christian Eriksen, ið avgjørdi dystin við málið í fyrra hálvleiki. Danmark er nú harvið sera nær við at hava tryggjað sær minst eitt playoff-pláss. Ein javnleikur ímóti Rumenia í Parkini sunnukvøldið er nóg mikið til playoff. Oddaliðið Pólland vann heili 6-1 í Armenia. Robert Lewandowski gjørdi hattrick, og er harvið mest skorandi leikarin í søguni hjá Póllandi. Liðið hjá Lewandowski manglar bert eitt stig fyri at hava tryggja sær atgongumerki til HM.

Í bólki F vóru tveir dystir í Stóra Bretlandi, og har komu sein avgerandi mál í báðum dystum. Í báðum førum vann heimaliðið. Á Wembley skoraði Ongland fýra minuttir inn í yvirtíðina ímóti Slovenia. Tað var Harry Kane, ið er í stórformi, ið skoraði einsamalla og avgerandi málið, ið sendi Ongland til HM i Russlandi. Longur norðuri vann Skotland ein sera týðandi sigur. Slovakia fekk reytt kort miðskeiðis í 1.hálvleiki. Skotland royndi at leggja trýst á, og tað gav úrslit í 89.minutti, tá 1-0 málið kom. Talan var um sjálvmál. Harvið hevur Skotland bestu kortini á hondini í jagstranini eftir playoff-plássinum. Einki er tó avgjørt enn, og Skotland skal spæla í Slovenia sunnudagin.


Bólkur C:

Aserbaijan - Kekkia 1-2
Norður Írland - Týskland 1-3
San Marino - Norra 0-8

Týskland 27
Norður Írland 19
Kekkia 12
Norra 10
Azerbaijan 10
San Marino 0

Bólkur E:

Armenia - Pólland 1-6

Montenegro - Danmark 0-1
Rumenia - Kasakhstan 3-1

Pólland 22
Danmark 19
Montenegro 16
Rumenia 12
Armenia 6
Kazakhstan 2

Bólkur F:

Malta - Litava 1-1
Skotland -Slovakia 1-0
Ongland - Slovenia 1-0

Ongland 23
Skotland 17
Slovakia 15
Slovenia 14
Litava 6
Malta 1