Mynd: Rowforwater.org

Danmarks Radio skrivar um føroysku rógvararnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

25.05.2018 - 11:50

Tíðindi >

“Føroyingar rógva úr Evropa til Kuba við boðskapi um vinskap”. Soleiðis ljóðar yvirskriftin á dr.dk, har skrivað verður um teir 7800 kilometrarnar, sum teir fýra føroyingarnir róðu.

Danmarks Radio hevur fingið prát við Jákup Jacobsen, sum fortelur, at hugskotið kom eitt kvøldið, tá hann hugnaði sær saman við nøkrum vinmonnum.

Serligt við túrinum var, at rógvararnir høvdu eina heilsa við sær á túrinum. Tað var ein heilsa frá 12 fólkatingslimum, m.a. danska uttanrískiráðharranum Anders Samuelsen, um “vinskap og samlag millum fólk”. Heilsanin varð millum annað latið kubanska parlamentinum.

Endamálið við túrinum var eisini at savna pening til góð endamál, so sum at fíggja boring eftir brunnum við reinum vatni í Somalia.

Greinin á dr.dk kann lesast her.