Danny & The Veetos á Okkara Tórsfest 2018



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

25.01.2018 - 12:00

Mentan > Mentan > Konsertir

Í gjár varð kunngjørt, at danski sangari Burhan G verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Okkara Tórsfest 21. juli á Vaglinum í Havn. Og í dag boða fyriskipararnir frá, at Danny & The Veetos eisini fara á pall.

Danny & The Veetos mann nokk teljast millum best umtóktu tónleikabólkarnar í Føroyum í løtuni. Løg sum “Sunnukvøld í mai” og “Alright” er nærum blivin fólkaogn og á teimum konsertum, sum bólkurin hevur spælt, hevur bólkurin altíð megna at fingið allar áhoyrararar við.

Bólkurin er mannaður av Danny Baldursson, Páll Brim Joensen, Símun Dam, Henning Hjalt Nicodemussen og Rúna Hentze, sum saman spæla lívsjáttandi pop-folk tónleik.

Forsølan byrjar í morgin, fríggjadagin 26. januar.


beint nú