Sverri Steinhólm, prestur. Her til eina ítróttarguðstænastu í Gundadali, sum endaði við straffikapping. Í dag verður hann at hoyra á Dansibandsfestivalinum í Vági (Mynd: Rakul Hansen)

Dansibandsguðstænasta við Sverra Steinhólm

Niels Petersen

07.05.2016 - 08:39

Tíðindi > Trúarlív

Tíverri er Theodor Olsen, prestur, vorðin upptikin í samband við jarðarferð í dag. Men í hansara stað hava vit fingið Sverra Steinhólm, prest - og gleða vit okkum til Dansibandsgudstænastu við Sverra Steinhólm leygardagin klokkan 15:30. Hetta skrivar nevndin fyri Dansibandsfestivalin á Facebook.

Dansibands-gudstænastan verður í ávísan mun sum ein vanlig gudstænasta, men sangurin verður bæði dansibandstónleikur og sálmasangur. Dansibandstónarnir verða útgangsstøðið fyri prædikuna, sum Sverri Steinhólm, prestur fer at halda.

Eins og í fjør verður gudstænastan inni í stóra teltinum, sum er sett upp inni í Vágs Høll. Og tað er leygardagin 7. mai klokkan 15:30, upplýsir Dansibandsfestivalurin.

Hópin av fólki vitjar festivalin í ár, og umframt stóra festivalin í Vági, so er stór bilsølustevna á Tvøroyri um vikuskiftið eisini. Suðuroyggin er sostatt nærum á tremur við gestum um vikuskiftið.