Hentzar, Árni og Anna Kirstin (Mynd: Dansibandsfestivalurin)

Dansið og syngið við tiltakið var væl vitjað

Niels Petersen

07.05.2016 - 12:50

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Í gjár klokkan 14 byrjaði Dansibandsfestivalurin í Vági við tiltaki á Hamragarði, undir heitinum Syngið og Dansið við. Tiltakið var ætlað øllum í aldursbólkinum 65+ og nógv fólk vóru komin saman á Hamragarði seinnapartin. Hetta skrivar Suðurrás.

Hentsar og Árni stóðu fyri tónleikinum. Anna Kirstin skipaði fyri dansi. Og tey eldru hugnaðu sær óført við sangi og dansi. Og sjálvandi var ein góður kaffimunnur afturvið.