Danmark hevði eitt sera gott endaspæl í Hollandi, har liðið á fyrsta sinni spældi seg í eina EM-finalu. Nú er tó støðan ein heilt onnur, tí úttiknu leikararnir eru ikki møttir upp til fyrireikingina til komandi dystirnar.

Danska kvinnulandsliðið í verkfalli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

11.09.2017 - 15:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Tað er kreppustøða í DBU og donskum kvinnufótbólti, nú silvurvinnararnir frá EM ikki eru møttir upp til landsliðssamlingina í Horsens.

Donsku kvinnurnar skuldu hittast á Hotel Scandic Bygholm Park klokkan 13.30 danska tíð í dag, men hóast venjararnir møttu, so vóru eingir leikarar at síggja. Orsøkin til at úttiknu leikararnir ikki møttu til fyrireiking til komandi dystirnar er, at DBU og Spillerforeningen ikki eru vorðin samd um eina nýggja avtalu viðvíkjandi samsýning og øðrum. Gamla avtalan fór úr gildi 31. august. 

Danska fótbóltssambandið og felagskapurin, sum umboðar leikararnir høvdu samráðingar í byrjanini av síðstu viku og í gjár, men enn er einki komið burturúr. 

Danmark skal spæla venjingardyst móti Hollandi fríggjadagin, ið sostatt er ein endurtøka av EM-finaluni í seinasta mánað. Tað, sum er meira álvarsamt er, at Danmark skal spæla fyrsta HM-undankappingardyst næsta týsdag ímóti Ungarn, og um núverandi leikarar ikki møta upp, kann talan gerast um eitt munandi veikari danskt lið til umráðandi dystin. Talan verður helst um U19-leikarar. Um Danmark ikki stillar við einum liðið til tann dystin, kann avleiðingin vera at Danmark verður tveitt úr undankappingini.

Eingin frá DBU ella Spillerforeningen ella nakrar av leikarunum hevur vilja úttala seg í dag, men í gjár segði fyribils landsliðsvenjarin, Søren Randa-Boldt, at eingin vinnari er í hesum, og hann sendi eina áheitan til partarnir um at gerast samdir sum skjótast.

Kelda: TV2