(Mynd: TV2)

Danska løgreglan handtikið fýra menn í samband við skottilburðin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 16:06

Tíðindi > Danmark

Danska løgreglan hevur í dag handtikið ein 18 ára gamlan mann í samband við skottilburðin hósdagin, har ein 22 ára gamal maður lat lív, meðan ein 19 ára gamal maður bleiv særdur.

Hetta er fjórði persónurin, sum verður handtikin í samband við morðið, sum fór fram við Mjølnerparkinini á Nørrebro í Keypmannahavn. Tann 18 ára gamli maðurin noktar seg sekan, skrivar DR.

Fríggjadagin vórðu tríggir mans handtiknir, men løgreglan metir ikki, at nakar av teimum trimum var maðurin handan skotið, sum drap 22 ára gamla mannin. Mett verður heldur ikki at hesin 18 ára gamli drap tann 22 ára gamla.

Løgreglan sigur tó, at hesin 18 ára gamli, saman við hinum trimum, er sekur í morði og morðroynd.