(Mynd: EPA)

Danska løgreglan hevur funnið arm í Køge víkini

Ari av Rana

21.11.2017 - 18:52

Tíðindi > Danmark

Løgreglan í Danmark hevur funnið ein arm í Køge víkini í dag.

Tó at løgreglan ikki veit hvønn armurin hoyrir til, og um tað er ein høgra ella vinstra armur, so arbeiðir løgreglan út frá, at armurin hevur tilknýti til kavbátssakina, har Peter Madsen er ákærdur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall, skrivar dr.dk.

Armurin er funnin á leiðnini, sum verður kannað í samband við kavbátssakina. 46 ára gamli kavbátsuppfinnnarin, Peter Madsen, er ákærdur fyri at hava dripið og sundurlimað Kim Wall í sínum kavbáti Nautilus í Oyrasundi tann 10. august.

Peter Madsen noktar seg sekan í at hava dripið Kim Wall, men hevur viðgingið at hava sundurlimað hana, og at hava sloppið sær av við likamið í víkini í Køge.