Danska Melodi Grand Prix í kvøld

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

10.02.2018 - 09:44

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Í kvøld verður árliga danska Melodi Grand Prix-kappingin. Sýningin verður í ár send úr Gigantium í Aalborg.

Tíggju sangir eru við í kappingini, og vinnarin sleppur at umboða Danmark í Eurovision Song Contest, sum verður í Lissabon í mai.

Føroyingarnir og systrarnar Vanja Carlsen, Laila Carlsen og Barbara Chaparro eru ímillum tey, sum skulu syngja í kvøld. Tær skulu syngja sangin ’Standing Up for Love’. Tær verða kallaðar CARLSENS í kappingini, og tær skulu syngja sang nummar 7. Tað ber til at atkvøða fyri teimum ígjøgnum sms ella ígjøgnum eina Melodi Grand Prix-app.

Í samrøðu við DR siga systrarnar, at tað at sleppa við í Melodi Grand Prix er ein barndómsdreymur, sum gongur út.

Tá tíggju sangir eru sungnir, verða tað tríggir teirra, sum koma víðari til finalurunduna. Hesir tríggir skulu síðani kappast um at vinna. Sendingin verður send á DR 1 og DR TV frá klokkan sjey.