Mynd: Kvf.fo

Danska skaðanevndin skal kanna vanlukkuna á Kirkju



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

12.03.2018 - 20:10

Tíðindi >

Sjóvinnustýrið hevur beint málið um vanlukkuna á Kirkju víðari til donsku skaðanevndina. Hon skal nú avhoyra fólk og fáa allar vinklar við í hendingini, veit Kringvarpið.

Vanlukkan hendi um tvey tíðina í gjár, tá ein maður um 60 ára aldur, sum var á veg umborð á Rituna á Kirkju datt niður ímillum og á sjógv. Tað eydnaðist at fáa mannin uppaftur, og siglt hann til Svínoyar.

Hann var har fluttur við tyrlu og á Landssjúkrahúsið, men tað eydnaðist ikki at fáa lív í hann aftur.