Mynd: DR

Danska stjórnin breiðkað - LA og K við í stjórn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

27.11.2016 - 15:15

Tíðindi > Danmark

Seinnapartin í dag boðaði Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharri frá, at stjórnargrundarlagið er breiðkað, og Liberal Alliance og tey Konservativu eru komin upp í stjórnina.

Samráðingarnar hava staðið á nú í eina viku, og í dag varð komið á mál.

- Marienborgavtalan upp á pláss. Trýkleyvarastjórn á veg, skrivaði forsætisráðharrin á Twitter, áðrenn teir tríggir floksformenninir, Lars Løkke Rasmussen, Søren Pape Poulsen og Anders Samuelsen hildu tíðindafund.

Anders Samuelsen vildi vera við, at nýggja avtalan er framskyggin, samstundis sum Lars Løkke Rasmussen legði dent á, at langtíðarætlanirnar vóru, at privati geirin skuldi vaksa skjótari enn tað almenna. Eisini vísti hann á, at ætlanin var, at nýggja stjórnin skuldi halda áfram eftir næsta val.

- Vit vita væl, at vit ikki røkka endastøðini, áðrenn tað verður fólkatingsval í 2019. So halda vit áfram eftir fólkatingsvalið. Vit hava ætlanir um at skipa eina stjórn, ið kann halda áfram eftir eitt fólkatingsval, segði Lars Løkke Rasmussen.

Eisini er greitt, at við nýggja stjórnarsamstarvinum verða fleiri ráðharrapostar settir av nýggjum. Nýgg ráðharrarnir verða tó ikki almannakunngjørdir fyrr enn fyrrapartin í morgin.