Danska umhvørvisstýrið ónøgt við Maersk frágreiðing um dálking



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

06.07.2017 - 10:14

Oljan >



Herfyri kom fram í donskum miðlum, at Maersk Oil hevði dálkað havumhvørvið í Norðsjónum við at leiða út ólóglig kemikaliur í sambandi við olju- og gassframleiðsluna. Semja varð síðani gjørd millum Maersk og umhvørvismyndugleikarnar um, hvussu málið skuldi handfarast. Og í hesum sambandi skuldi Maerk lata Umhvørvisstýrinum eina frágreiðing, sum eftir øllum at døma ikki hevur verið nøktandi fyri myndugleikarnar, sum tí hava biðið um fleiri upplýsingar. Í semjuni, sum varð gjørd millum Maersk og myndugleikarnar varð avrátt, at Maersk skuldi fáa ávísa tíð til at minka um brúkið av dálkandi evninum til tað so heilt skuldi gevast við hesum. Hetta skuldi so spara oljufelagnum stórar milliónaupphæddir hvønn dag. Men ein treytin fyri hesi avtalu varð so ein nágreinilig frágreiðing frá felagnum, sum nú eftir øllum at døma er sera mangulfull. Maersk hinvegin tvíheldur um, at tað hevur borið seg rætt at í málinum.

Nú verður so eisini tosað um, hvørja revsing Maersk kann fáa fyri ikki at hava hildið umhvørvisreglarnar. Hetta sigur Umhvørvisstýrið í einum tíðindaskrivi.

“Hetta er eitt sera álvarsamt mál. Vit hava staðfest, at Maersk Oil er givið við at brúka tvey ólóglig kemikaliur, nevniliga Scavtreat og WT-1099,” sigur Inger Bergmann, skrivstovustjóri í Umhvørvisstýrinum við Ritzau. Men stýrið hevur tørv á fleiri upplýsingum um, hvat tað er, sum er gingið galið í mannagongdunum hjá Maersk Oil, og hvussu fyritøkan fer at fyribyrgja, at slík mistøk ikki henda aftur.

Kemikalie Scavtreat verður hildið at innihalda evni, sum eru meira skaðilig enn Maersk hevur gjørt greitt fyri myndugleikunum. Alment innlit, sum DR hevur fingið í málið, vísir, at Maersk hevur leitt út í náttúruna 35.106 tons av Scavatreat í Norðsjógvin frá 2012 til 2016. Av hesum eru 42 tons av tí evninum, sum er undir illgruna atr verða dálkandi og vandamikið fyri umhvørvið. Maersk vil ikki upplýsa hvørki DR ella Umhvørvisstýrinum, hvat umrødda evni inniheldur og hvussu vandamikið tað er. Nú verður farið at hyggja at, hvørji tiltøk kunnu setast í verk móti oljufelagnum. Maersk Oil skal innan 7. august greiða frá øllum smálutum í málinum. Maersk sigur annars, at tað er farið undir at gevast við at brúka Scavtreat.

Fleiri flokkar á Fólkatingi eru sera ónøgdir við leiklutin hjá Maersk í hesum málinum og krevja, at hetta fær avleiðingar. Einheitslistin krevur, at málið verður latið løgregluni, men ráðharrin á økinum sigur, at tað er enn ov tíðliga at taka slíka støðu.