(Mynd: DR)

Danski X Factor vinnarin klárur við 5 nýggjum sangum

Ari av Rana

29.12.2017 - 21:55

Mentan > Danmark

Smædni Morten Nørgaard, sum vann danska X Factor á DR í ár, gevur sína fyrstu EP út í dag.

Á útgávuni, sum kallast “Cool Enough” eru fimm sangir. Tað er sum vinnari av X Factor, at Morten fekk møguleika at geva eina EP út.

Morten fekk møguleika at arbeiða við framleiðaranum Dallas Austin á EP’ini, og er Morten framúr væl nøgdur. Dallas Austin hevur fyrr arbeitt saman við Madonna, TLC og Michael Jackson.

Eg hevði aldrin ímynda mær, at eg fór at koma her til. Nú havi eg seks løg liggjandi á Spotify. Tað er ikki so býtt at kunna skriva tað á sítt CV, sigur Morten Nørgaard við DR.

Hoyr nýggja staklagið “Cool Enough” omanfyri.