Mynd: Politi.dk

Danskir løgreglumenn: - Leiðslan gav okkum boð um at geva bøtur fyri 4,5 mió kr



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

11.01.2017 - 13:31

Tíðindi > Tíðindi > Danmark

Vátt er nú komið í reiðrið ímillum løgreglufólk í Svendborg og løgregluleiðsluna á Fjóni í Danmark.

Hetta kemur til sjóndar í blaðnum Fyens Stiftstidende, har ið løgreglumaðurin, John Arly Henriksen, í fyrstu atløgu, tann 6. januar, gjørdi vart við sína misnøgd við, at løgregluleiðslan á Fjóni seint í desember, sambært honum, gav løgreglufólkunum í Svendborg boð um at geva bøtur fyri 4,5 milliónir krónur innan ársenda.

Í aðru atløgu gjørdi Johnny Schou, politiinspektørur á Fjóni, vart við, at talan var um eina misskiljing, og at løgregluleiðslan á Fjóni einans hevði givið løgreglufólkunum í Svendborg boð um at hava eitt neyvari eftirlit við framd brot á ferðslulógina um jóltíðir, hetta sum ein partur av málsetninginum hjá løgregluni at halda ta árligu kvotuna uppá 12.200 bøtur, sum løgregluleiðslan hevði sett sær fyri at geva fyri árið 2016.

Men nú hevur so Birger Jensen, løgreglumaður í Svendborg, talað at Johnny Schou í einum lesarabrævi í Fyens Stiftstidende í gjárkvøldið, har ið hann vísir á, at...

- Tá ið Johnny Schou í lesarabrævi sínum vísir á, at talið á brotum á ferðslulógina einki hevur við fíggjarstøðuna hjá løgregluni at gera, úttalar hann seg annaðhvørt ímóti betrivitandi, ella hevur leiðslan ikki samband við undirsáttar sínar.

- Fleiri løgreglufólk á Fjóni liggja inni við teldupostum, har ið tað greidliga framgongur, at vit fingu boð um at geva bøtur fyri serlig brot á ferðslulógina – ikki við ferðslutrygdini fyri eyga, men við tí fyri eyga at tryggja løgregluni á Fjóni 4,5 milliónir krónur til fíggjarætlan tess.

Birger Jensen sigur víðari, at løgreglufólkið í Svendborg gjørdi tað, tey kundu fyri at skriva so nógvar bøtur sum gjørligt, men at borgararnir vóru somikið lýdnir mótvegis ferðslulógini, at tey eftir øllum at døma ikki megnaðu at fáa tær umbidnu 4,5 milliónir krónurnar í kassan. Hetta er, sambært honum, gleðiligt, tí at borgarar, sum eru lýdnir mótvegis ferðsulógini, eru betri fyri samfelagið enn tal á bótum og árligar kvotur uppá so og so nógvar bøtur.

Birger Jensen hartar at enda løgregluleiðsuna á Fjóni við at føra fram, at...

- Um tann ovasta leiðslan og Johnny Schou meta, at boðini, sum vórðu send til okkum seint í desember, vóru rong, gev so tí rætta viðkomandi eina nøs heldur enn at finnast at okkum, tí arbeiðandi fólkinum. Verið erlig! Vit royna at fáa tingini at koyra so væl sum gjørligt til dagligt, hóast umstøðurnar sum tit bjóða okkum og medborgarunum. Eg havi sagt tað fyrr, og sigi tað fegin aftur: ein leiðsla, ið ikki er sinnað at lurta eftir arbeiðarum sínum, hevur uppiborið at verða skift út.

Greinin við Johnny Schou, politiovasta á Fjóni, kann lesast her.

Lesarabrævið hjá John Arly Henriksen, løgreglumanni í Svendborg, kann lesast her.

Lesarabrævið hjá Birger Jensen, løgreglumanni í Svendborg, kann lesast her.

Brævið, sum løgreglufólkini í Svendborg fingu frá løgregluleiðsluni á Fjóni, sæst niðanfyri.