Danskur guitarúrmælingur í Norðurlandahúsinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

04.10.2017 - 08:12

Mentan > Tónleikur > Klassiskt

Sunnudagin verður forkunnug konsert í Norðurlandahúsinum, tá danski klassiski guitaristurin Niklas Johansen fer at spæla.

Tá Copenhagen Guitar Festival varð hildin í 2015 varð sagt um Niklas Johansen, at hann var

“et enestående ungt dansk stortalent”. Hann hevur eisini innan seinastu árini vunnið fyrstu virðisløn í fleiri altjóða guittarkappingum í Týsklandi, Eysturríki, Polandi, Italia og Kina, og tað hevur givið honum møguleika at spæla á guitarfestivalum kring allan heim.

Tað er vinarlagið við guitaristin Bo Isholm, sum – saman við stuðli frá Konsertfelagnum og Norðurlandahúsinum – hevur fingið føroyaferðina hjá Niklas Johansen í lag, og væntast kann ein serlig konsesrtuppliving, siga fyrireikararnir.