(Mynd: Jens Kr. Vang)

Danskur poppur setti lív í hálvtóman Vágsbø

Sverri Egholm

11.08.2017 - 22:43

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Tað var eitt veruligt poppbrak á Vágsbøi í kvøld. Danin Christopher Nissen av Amager, sum bara kallar seg Christopher innan tónleikin leveraði veruliga.

Hatta var síðsta konsertin á einari summarkonsertferð, og tí fór hann og bólkurin at hava eina ordiliga fest, greiddi hann áhoyrarunum frá, tá eitt lag ella tvey vóru spæld.

Tað var væl móttikið av skríggjandi gentunum, sum langt áðrenn konsertin byrjaði, stóðu klárar at fagna dananum við krúlluhárinum.

Hóast tey fremstu hoyrdist, var ikki nógv at hoyra til onnur. Tað skal nógv til at fylla Vágsbø, og hann var tíverri ikki meira enn hálvurtómur ella hálvfullur - um ein vil.

Um tað var Gekkurin, kalda veðrið og ælið áðrenn konsetina ella okkurt heilt anna, sum forstýraðu, er stóri spurningurin.

Nú kom eykalagið
Eins og vit sóu við Lukas Graham í gjár, hevði Christopher ein vælspælandi bólk við sær, og tey sum eru glað fyri harðar trummur og góðan bass fingu sítt.

Í mun til Lukas Graham í gjár, sum einki eykalag spældi, var tað øðrvísi hjá Christopher. Hann kom aftur á pallin og spældi ikki bara eitt, men tvey eykaløg.

Áhoyrarnir tóktiskt væl nøgdir við konsertina hóast heldur fá møttu upp til hetta høvuðsnavnið fríggjadag á Summarfestivalinum.

Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á Summarfestivalinum 2017