Marlene Wind, professari í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet

Danskur professari: - Føroyar eru ov fátækar at loysa

Ari av Rana

23.01.2018 - 15:46

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Spanski tíðindamiðilin VilaWeb hevði samrøðu við Marlene Wind, professara í stjórnmálafrøði á Københavns Universitet, eftir kjakið á universitetinum í gjár, har Carles Puigdemont luttók.

Wind fekk fleiri spurningar um sjálvstýrisbardagan hjá Katalonia, men hon fekk eisini spurningar um Føroyar og Grønland, sum sjálvstýrandi økir í kongaríkinum Danmark.

Spurd um støðuna í Katalonia segði Wind, at henni ikki orkar fyri at síggja statir fara í tvíningar. Henni dámar heldur ikki at Bretland fer úr ES.

Wind bleiv biðin um at viðmerkja, at Danmark virðir rættin hjá Føroyum og Grønland at taka sjálvstýri, men at Spania ikki ger tað sama fyri Katalonia.

- Tað er tí at Føroyar og Grønland eru fátøk, og vit leggja einki í tað. Orsaka! Eg skuldi ikki havt sagt hatta. Hetta er ikki nakað vit brúka orku uppá. Um tey vilja verða sjálvstøðug, lat tey so tað. Tey fara ikki nakran veg. Eingin trýr at tey fara nakran veg. Tey fáa eina rúgvu av fíggjarligum stuðli frá okkum, segði Marlene Wind.



beint nú