Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Í dag verður føroysameistarakapping í dart hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
32 teir bestu menninir og 8 tær bestu kvinnurnar fara til Fuglafjarðar at dystast í einmansleiki og tvímansleiki.
Byrjað varð fyrrapartin við innleiðandi bólkaspølum. Seinnapartin verða cup-dystir á skránni.
Frá kl. 19 verða finalur á skránni, og tá verður ein dystur í senn spældur uppi á pallinum. Kringvarpið stroymir allar dystirnar á pallinum, og ætlanin er at skapa rættuliga dartstemning í Mentanarhúsinum í kvøld.
Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa ein rættuligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum.
Sámal Ravnsfjall hitar upp til finalurnar. Hann spælir og syngur frá klokkan 18.