Savsnmynd: EPA

David Cameron sigur seg ikki hava fingið ágóða av skattaskjóli

Steinar Patursson

05.04.2016 - 16:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

David Cameron, forsætisráðharri í Bretlandi, boðar nú frá, at hann átti ikki partabrøv í íleggingargrunninum, ið pápi hansara, Ian Cameron sáli, hevði sett á stovn.

Tað gjørdist greitt, tá Panama skjølini komun undan kavi, at íleggingargrunnurin hjá pápa David Cameron hevði notið av tænastunum hja Mossack Fonseca.

Forsætisráðharrin vil tó vera við, at hann eigur einki í grunninum.

Men tá hann varð spurdur, um hvørt hann sjálvur ella familja hansara hevði fingið ágóðan av grunninum, ið eftir øllum at døma hevði gjørt sær dælt av skattaskjóli, so varð svarið ikki so greitt.

- Vísandi til mínar egnu búskaparligu umstøður, so eigi eg einki partabrøv. Eg fái eina løn sum forsætisráðharri, og eg eigi eina uppsparin, ið eg fái rentur frá, og eg havi eini hús, sum vit plagdu at búgva í, men sum vit leiga út, meðan vit búgva á Downing Street, segði David Cameron sambært The Independent.

Andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, hevur annars biðið um eina óhefta kanning av øllum bretum, ið hava tilknýti til Panama skjølini, teirra millum David Cameron.

Ian Cameron átti sambært Panama skjølunum eitt felag, ið hevði fundir sínar á Bahamas, soleiðis at tað slapst undan at gjaldast skattur í Bretlandi.