Dávur Djurhuus vann Geytan fyri film sín Terminal, sum fer fram í London.

Dávur fekk Geytan og Jónfinn áskoðaravirðislønina



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Elin Brimheim Heinesen

12.12.2013 - 05:19

Mentan > List > Filmslist

Norðurlandahúsið var fullsett í kvøld, nú filmsheiðurslønin Geytin og áskoðaravirðislønin skuldi handast á øðrum ári. Serliga vóru nógv ung fólk møtt upp at síggja filmar og handan.

Finnur Jensen, útvarps- og sjónvarpsmaður, var maðurin, ið skuldi stýra kvøldinum, eins og hann gjørdi á seinastu handanini í fjør - og tað gjørdi hann við bravour við sínum skálkasmíli og eyðkenda speisemi. Serliga varð skotið eftir mentamálaráharranum, Birni Kalsø, sum sat á fyrstu røð, og eingin ivi var um, at tað hóvaði áskoðarafjøldini væl, eisini hóast skemtið var eitt sindur undir beltistaðið.

Sýndir vóru sjey filmar, hóast skráin lovaði átta, men av tekniskum ávum var ikki møguligt at vísa tann eina.

Í steðginum, eftir at teir sjey filmirnir vóru vístir, har fólk fingu høvi til at tosa saman um sínar upplivingar, var greitt, at nógv fólk søgdu seg vera næstan ovfarin av høga stiginum, sum filmarnir í ár høvdu.

- Tað er heilt vist, at støðið er hækkað síðani í fjør, og at filmsfólk í Føroyum gerast alt meira professionell, helt onkur fyri úti í forhøllini.

Eftir steðgin var ein eyka dokumentarfilmur sýndur um teilensku Pat, sum er vaskikona í Miklagarði. Hesin var ikki við í sjálvari kappingini. Eftir fagnaðarrópunum at døma, var hesin filmur stak væl dámdur av áskoðarafjøldini.

Áskoðaravirðislønin
Síðani skuldi áskoðaravirðislønin handast. Allir áskoðarar høvdu fingið ein atkvøðuseðil við sær inn í salin, sum tey so lótu inn aftur í steðginum.

Tað var ikki óvæntað, at filmurin hjá Jónfinni Stenberg o.ø., við heitinum Munch, vann áskoðaravirðislønina. Filmurin snúði seg á fyndugan hátt um tað, ið nevnist Münchhausen syndromið, og var heilt víst tann filmurin, ið fekk áskoðarafjøldina at flenna harðast hetta kvøldið.

Jónfinn hevur verið lærlingur í Kringvarpinum, og hesin filmur var sveinaroynd hansara, sum hann gjørdi saman við starvsfeløgunum Elin Dagbjartsdóttir Neshamar, Jens Jákup Hansen og Brian Samson. Finnur Jensen kundi upplýsa, at Jónfinn hevði fingið karakterin 12 fyri filmin.

Helena Dam á Neystabø handaði áskoðaravirðislønina og kjekkin, sum fylgir við, vegnað Býraðið, sum letur tær 15.000 kr. á kjekkinum.

Geytin
At enda var so høvuðsheiðurslønin hetta kvøldið latin. Geytin varð handaður av Birgiri Kruse, filmsentusiasti og bloggara.

Birgir kundi so avdúka fyri spentu fjøldini, at dómsnevndin hevði valt stuttfilmin hjá Dávi Djurhuus við heitinum "Terminal". Eitt heitið, ið spælir við teir tveir týdningarnar av enska orðinum terminal – farstøð og deyðiligt.

Dávur lesur film í London, og filmin hevur hann gjørt sum part av síni filmsútbúgving.

Søgugongdin í filminum fer fram í og kring ein buss, ein gerandisdag í London. Eingin ivi var um, at ikki bara dómsnevndin, men eisini áskoðarafjøldin helt nógv um filmin, hóast ein annar filmur hevði munin, tá áskoðaraatkvøðurnar skuldu teljast.

Til tess hevði vinnarin, sum ber orð fyri at vera skemtingarsamur, hesa viðmerking í síni takkarrøðu:

- Eg veit ikki, um eg havi uppiborið tað. Tað heldur salurin ikki! segði hann og smíltist, meðan allur salurin flenti.

Dómsnevndin segði í sínari grundgeving fyri at geva Dávi Djurhuus heiðurslønina, at tey mettu, at hesin ungi leikstjórin hevur góðar møguleikar at gera seg galdandi á altjóða filmsfestivalum.

Dávur kom, eins og verturin, við eini tilsiping eisini til politisku myndugleikarnar um at raðfesta føroyska filmsvinnu, tá hann segði:

– Her vóru so nógv ótrúliga nógv flott verk, sum vísa Føroya fólki – og politikarum, at tað er framtíð í føroyskari filmsvinnu og høgt støði hjá fólkunum, sum starvast í filmsvinnuni.

Dávur Djurhuus fekk ein kekk upp á 25.000 kr. saman við heiðrinum, sum Norðurlandahúsið letur.

Metingin hjá dómsnevndini
Dómsnevndin grundgav soleiðis fyri at geva Dáva Djurhuus Geytavirðislønina 2013:

“Eins og í fjør, tá ið fyrsti Geytin varð latin, hevur nevndin grundað sínar metingar á trý metingarvirði. Tey eru søga, filmisk frásøgusnildi og filmskt handverk. Nevndin hevur í dømingini varnast eina heilt serliga rødd, sum í hesum føri megnar at røkka út um hesi trý metingarvirði. Nevndin er samd um, at virðisløna filmin Terminal eftir Dáva Djurhuus. Filmurin spælir við almenna skynsemið, tí hann byggir á eina vitborna og avbjóðandi gerandissøgu, ið er rámandi og fyndug. Mitt á gøtuni tykist søgan fara eftir eini greiðari rás, men sum frá líður, vita vit ikki, hvønn veg hon fer. Her eru sniðfundigir snúningar, sum gera upp við ógrundaðar hugsanir, vit kunnu hava um medmenniskju í stórbýarsamfelagnum, sum eru lýst í og úr einum bussi. Filmurin fastheldur okkum við einari náðileysari frásagnarrødd, sum kløkkar okkum, tá tað, ið vit av berum fordómum vænta, júst ikki hendir. Snøggi og kontanti filmurin, ið varir 10 minuttir, kveikir hugan og tankan um medborgaraskap í einum fleirmentaðum býi. Filmurin talar til vitið og skapar eina órógv, sum hjá áskoðaranum liggur leingi á. Dómsnevndin metir, at við hesum filmi hevur ungi leikstjórin góðar møguleikar at gera seg galdandi á altjóða filmfestivalum.”

- Terminal elvdi til tað heilt óvæntaða, at hann nam meg og gjørdi meg bilsnan, bæði í skapi og innihaldi, sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, sum eisini er í Geytadómsnevndini.

– Filmurin er smartur og intellektuellur, aldri grunnur ella uppgjørdur. Terminal verður borin fram av einum sjálvsáliti og lættleika, sum avgjørt er sjarmerandi.

Amerikanska Meira Blaustein var eisini partur av dómsnevndini. Hon er listaligur leiðari fyri Woodstock Film Festival. Hon er innboðin dómsnevndarlimur í Geytanevndini í ár.

Umframt at vera við í avgerðini, hvør skal fáa ársins Geytavirðisløn, hevur Meira haft eina verkstovu um føroyska filmsgerð í Norðurlandahúsinum.

- As a newcomer to the Faroese filmmaking, I am thrilled to observe these young, fresh voices whose passion and vision for the cinematic story is as sharp in contrast and as sensitive to details, as the rugged yet delicate landscape they hail from. I look forward to seeing their future works as filmmaking in the Faroe Islands grows and flourishes, sigur Meira Blaustein úr einum fullsettum Norðurlandahúsi undir herrópinum ‘Spreading the love from the spirit of Woodstock!’

Vit á Portalinum ynskja teimum báðum vinnarunum hjartaliga til lukku við væl uppibornu filmsheiðurslønunum.