(Mynd: EPA)

de Boer sekkjaður eftir 77 dagar í venjarasessinum

Ingi Samuelsen

11.09.2017 - 12:32

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Enska Premier League-felagið, Crystal Palace, hevur í dag koyrt venjaran, Frank de Boer, úr starvi.

Fyrrverandi enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, er settur í hansara stað, skrivar BBC.

Crystal Palace liggur á 19. og næstaftasta plássi í bestu ensku kappingini. Í gjár tapti felagið 1-0 móti Burnley. Liðið hevur sostatt ikki enn skorað í fýra Premier League-dystum undir de Boer.

47 ára gamli hollendingurin kom í summar til Crystal Palace, sum avloysari hjá Sam Allardyce, sum bjálpti liðnum undan niðurflyting í seinasta kappingarári.

Frank de Boer hevur sostatt bert sitið í 162 dagar sum venjari í tveimum feløgum. Í november 2016 varð hann koyrdur frá sum venjari fyri Inter Milan eftir bert 85 dagar í starvinum.