Deildarstjórin hjá løgmanni skrivar andaliga bók



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.04.2017 - 11:54

Mentan > Trúarlív

Pálmasunnudag kemur út nýggj andalig bók, ”Lívið nær Gudi”, sum Rúni Rasmussen hevur skrivað. Útgevari er Forlagið Parakletos á Strondum.

Málið við bókini er, at hon skal vera við til at leiða menniskju inn í eitt inniligt og ríkt lív saman við Gudi. Høvundurin vísir í bókini á, at tað besta útgangsstøðið fyri lívi okkara er eitt tætt samfelag við Hann, sum hevur skapt okkum og elskar okkum óavmarkað.

Í stuttum snýr bókin seg um samfelagið við Gud.

Rúni Rasmussen hevur í fleiri ár talað og undirvíst í ymiskum samkomum. Hann hevur fyrr lagt nakrar útgávur til rættis (t.d. bóklingin Hvar stendur tað?). Rúni Rasmussen er stjórnmálafrøðingur, hevur eisini BA-útbúgving í søgu og er deildarstjóri fyri stjórnartænastuni á Løgmansskrivstovuni.

Bókin verður løgd fram á møtinum, sum verður í Kelduni í Skálafirði fyrrapartin pálmasunnudag.