Dele Alli farin til kanningar

Ari av Rana

19.06.2018 - 16:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ongland vann í gjár 2-1 móti Tunesia í einum sera spennandi dysti. Leingi sá út til at dysturin endaði við javnleiki, men í síðstu minuttunum eydnaðist Harry Kane í at skora vinnaramálið.

Men alt er ikki látur í leguni hjá Onglandi. Álopskendi leikarin úr Tottenham, Dele Alli er farin til kanningar fyri ein skaða í lærinum, sum hann fekk í dystinum.

Úr leguni hjá Onglandi verður sagt at hann fekk gingið fínt í morgun, men onglendingar bíða tó í spenningi eftir um leikarin verður klárur aftur til næsta dyst móti Panama, sum verður spældur sunnudagin.