Demensdepil á Tjarnargarði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

24.01.2018 - 10:04

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Parturin av Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin, tørvar stórar ábøtur. Bygningurin er upprunaliga frá 1960, men varð umbygdur og tikin í nýtslu sum røktarheim í 2004. Seinni kom eisini dagtilhald.

Í løtuni eru 10 búpláss til borgarar við demenssjúku í Kristianslon og dagtilhald er í Tjarnarlon. Uppskotið er, at Tjarnarlon verður umbygd til 8 umlættingpláss, ætlað borgarum við demenssjúku, og at loftið verður útbygt við kvistum soleiðis, at har verða høli bæði fyri dagtilhaldinum og til venjingar hjá ergoterapeutum og fysioterapeutum, sum í dag mangla slíkar umstøður.

Hugsanin við at gera ein demensdepil er, at borgarar við demenssjúku, sum verða knýttir til depilin, fáa tilboð, sum nøktar teirra tørvi á einum stað. Tað vil siga, at ein borgari kann fáa dagtilhald, kvøldtilhald, vikuskiftistilboð, umlætting, venjingar og búpláss á sama stað. Hetta er mett at vera ein fyrimunur fyri borgarar við demens, tí umhvørvið og starvsfólkini eru kend og tað skapar tryggleika fyri tann demesrakta.

Hesin demensdepil hevur tann fyrimun, at tilboðið til tann demenssjúka kann skipast munandi meira fleksibult alt eftir sjúkugongdini, har byrjast kann við tilboði um dagtilhald fyri síðan at seta hetta saman við tilboði um umlætting styttri og longri, fyri síðan seinni at fáa fast búpláss alt í sama bygningi.

Fakliga og rakstrarliga hevur hetta eisini fyrimunir. Tann demensrakti verður í kendum umhvørvi og starvsfólkini á deplinum kenna tann demensrakta, tað verður kontinuitetur í gongdini hjá borgaranum og harvið økist tryggleikin hjá tí demensrakta, sum hevur stóran týdning. Tey avvarðandi hava ikki sum í dag fleiri stovnar og starvsfólk at fyrihalda seg til, tí borgarin fer at fáa øll tilboð á sama stað.

Tað er bráðfeingis tørvur á fleiri umlættingarplássum innan demens. Í mun til at byggja nýtt sjálvstøðugt, gevur henda loysnin rakstrarligar fyrimunir. Sjálvsagt krevur tað fleiri starvsfólk, tá 8 nýggj pláss verða gjørd, men í hesum føri ber til at samansjóða við verandi starvsfólkahóp á Kristianslon og dagtilhaldinum. Hetta ger, at økingin av starvsfólki verður minni enn um sjálvstøðug eind bleiv bygd.

Í september í fjør samtykti býráðið at taka undir við verkætlanini og geva umsitingini heimild at gera ráðgevarasáttmála um prosjektering og útboð. Tann 17. januar samtykti býráðið at játta pening til prosjekteringsleiðslu, prosjektering, byggileiðslu og fakeftirlit.

Málið kemur fyri á býráðsfundinum í annaðkvøld. Tá skal eisini bygginevnd veljast, skrivar Tórshavnar kommuna.