Dennis Holm

Dennis Holm: Tað er nú at pengar skulu setast av til Suðuroyartunnil

Sverri Egholm

09.10.2017 - 23:16

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Vaksandi orðaskiftið um Suðuroyartunnilin er gleðiligt og neyðugt. Rætta tíðini at fara ígongd er nú.

Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, í lesarabrævi í kvøld.

- Gamaní ressast summi tingfólk, tá ein íløga á eini 3 milliardir krónur verður havd á lofti – onki óvanligt er í tí. Men um ein torur at hugsa um íløguna og um hvørjar ávirkan hon fær at fáa á bæði Suðuroynna og føroyska samfelagið í síni heild, so er onki at ivast í, at talan er um eina skilagóða og ikki minst eina neyðuga íløgu.

- Eitt annað er, at innan 5-8 ár skal støða takast til spurningin um at byggja ein nýggjan Smyril, sum tá helst fer at táttað í einari íløgu á 1 milliard krónur. Íløgan krevur eisini ein árligan rakstur á 80-100 milliónir krónur. Verður hetta tikið inn í roknistykkið, er íløgan á 3 milliardir ikki so ræðandi, heldur hann.

Í lesarabrævinum sigur Dennis Holm, at moderniseringin av føroyska samfelagnum hevur skundað undir skeivu gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni. Tey góðu og spennandi størvini til útbúgvin fólk eru í stóran mun í miðstaðarøkinum.

- Tað hevur lítla og onga ávirkan á Fíggjarlógina fyri árið 2018, um 10 millónir krónir verða settar av til partapening í PF Suðuroyartunnilin, skrivar hann.

Les alt lesarabrævið her