(Mynd: EPA)

Denver Broncos vann Super Bowl 50

Sverri Egholm

08.02.2016 - 03:43

Ítróttur >

Peyton Manning slapp av lyfta sítt annað Super Bowl steyp, tá Denver Broncos vann dystin móti Caroline Panthers 10-24.

Tað var beint áðrenn midnátt, at helst størsta ítróttartiltakið í amerika, Super Bowl fór í gongd. Super Bowl er stóri dysturin í amerikonskum fótbólti, har bestu liðini frá báðum deildunum hittast í einum braki av einari finalu.

Dysturin hesaferð var leiktur á Levi’s Stadium fyri 68.000 áskoðarum umframt fleiri enn 100 milliónum sjónvarpshyggjarum.

Denver Brancos vann sannførandi, og verjan var góð frá byrjan til endan. Úrslitið gjørdist 24-10.

Hetta er triðju ferð síðani 1998 at Denver Broncos vinnur Super Bowl.

Sí eisini: Send mynd: Soleiðis hyggja føroyingar eftir Super Bowl