(Mynd: Dr.dk)

Deyðans bilførari í Berlin er handtikin

Niels Petersen

19.12.2016 - 21:08

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Tann eini av teimum báðum monnunum sum koyrdu ein lastbil inn í eina mannamúgvu í týska høvuðsstaðnum fyrr í kvøld er nú handtikin. Hin persónurin varð dripin á staðnum. Hetta upplýsir týska løgreglan fyri Reuters fyri lítlari løtu síðani.

Higartil eru nýggju deyð av løstunum og minst 50 hava fingið stórar og smærri skaðar av hendingini.

Týska løgreglan hevur júst skrivað á Twitter vanga sínum, at tað er brúk fyri øllum bjargingarakførum sum teir kunnu fáa fatur á, og heitir tí á fólk um ikki at fara út í ferðsluna fyribils.

Sambært løgregluni lupu menninir úr lastbilinum beint eftir hendingini á kendu handilsgøtuni, Kurfürstendamm í Berlin.

Meira og meira tíðir á, at talan er um eitt yvirgangsálop, men ongin er enn sum hevur tikið ábyrgdina av hendingini, og at talan veruliga var um yvirgang er ikki endaliga váttað.