(Mynd: Goggle Maps)

Deyði maðurin helst dottin á sjógv á havnarlagnum í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 10:28

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Einki bendir á, at nakað kriminelt er hent við 47 ára gamla manninum, sum um vikuskiftið varð funnin deyður á sjónum við Breiðá millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Løgreglan fortelur í morgun, at maðurinin helst er dottin á sjógv á havnarlagnum í Fuglafirði, og so rikin við sjóvarfallinum tvørtur um fjørðin og yvir í Breiðá.

Líksýn var í gjár, og einki bendir á nakað kriminelt. Nú verður bíðað eftir líkskurðinum, upplýsir krimanløgreglan fyri kringvarpinum.

Maðurin búði í Havn og var á vitjan í Fuglafirði. Seinnapartin leygardagin var hann og ein skyldmaður farnir til handils í FK. Tá skyldmaðurin kom út úr handlinum var 47 ára gamli maðurin horvin. Hann var sostatt seinast sæddur á lívi um trý tíðina seinnapartin leygardagin.

Líkið varð funnið um tíggjutíðina fyrrapartin sunnudagin av einum manni, ið var farin at geva seyði nærhendis Breiðá.