Deyði tollarin (55) var úr Karmøy

Snorri Brend

21.10.2014 - 15:42

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Nógv av teimum 40.000 fólkunum á norsku oynni Karmøy fingu helst ein skelk, tá tað í gjár frættist at ein tollari var deyður umborð á einum farmaskipi.

Farmaskipið, ið er heimahoyrandi á Karmøy men skrásett í Tórshavn undir FAS, lá við bryggju, tá tollarar komu umborð fyri at kanna skipið, sum vanligt er.

Tríggir tollarar fóru umborð, men ein teirra var eftir øllum at døma áhaldsin og datt niður í eina av lastunum.

Hetta var álvarsligt í sjálvum sær, men ringast var tó tað, at ilt-trot var í lastini, og tí stóð lívið hjá manninum ikki til at bjarga.

Løgreglan fór beinanvegin at kanna málið, og kom skjótt eftir at einki kriminelt er farið fram í málinum.

Hinvegin hevur løgreglan nú kunngjørt navnið á tollaranum, sum lat lív umborð. Talan er um tann 55 ára gamla Tor Inge Kalstø, sum sjálvur er ættaður av oynni.

Løgreglan hevur kunngjørt navnið í samráði við tey avvarðandi.

Líkið verður obduserað í dag.