Mynd: EPA

Dick Advocaat nýggjur hollendskur landsliðsvenjari

Jens Hákun Leo

09.05.2017 - 13:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

69 ára gamli Dick Advocaat, sum í løtuni er venjari hjá turkiska Fenerbahce, er nú útnevndur til at vera nýggjur hollendskur landsliðsvenjari.

Hetta skriva fleiri altjóða miðlar í dag, harímillum The Guardian.

Dick Advocaat, sum fær fyrrverandi fótbóltsstjørnuna Ruud Gullit við sær sum hjálparvenjara, verður við hesum elsti landsliðsvenjarin í hollendskari fótbóltssøgu, eftir at Guus Hiddink frammanundan hevur verið tann, ið hevur havt hendan heiður.

Hann var 68 ár, tá ið hann fór úr starvi sínum sum hollendskur landsliðvenjari í juni 2015.

Hetta er triðju ferð, at Advocaat kemur at standa á odda fyri hollendska fótbóltslandsliðnum. Fyrru ferðirnar var í ávikavist 1992-94 og 2002-04. Harumframt hevur hann í trimum umførum verið hjálparvenjari hjá hollendska fótbóltslandsliðnum, harav seinast so seint sum í fjør.

Hann hevur haraftrat staðið á odda fyri Glasgow Rangers, Sunderland, PSV Eindhoven umframt suðurkoreanska, russiska, serbiska og belgiska landsliðnum.

Í 1994 leiddi hann Holland til fjórðingsfinaluna í HM, meðan hann í 2004 leiddi Holland til hálvfinaluna í EM.

Hann tekur við eftir Danny Blind, sum varð koyrdur sum hollendskur landsliðsvenjari í mars, og byrjar væntandi í nýggja starvi sínum, eftir at kappingarárið hjá Fenerbahce er liðugt.

Holland liggur í løtuni sum nummar fýra í HM-undankappingarbólki sínum, nú helvtin av kappingini er leikt; seks stig aftanfyri Frakland á 1. plássinum og trý stig aftanfyri Svøríki á 2. plássinum.