Heimatíðindi

SEV: Príslækking innan tríggjar mánaðar

2019-01-09 17:22 Author image
Turið Justinussen

Nevndin hjá SEV fer seinni í januar at viðgera lógarheimildina, ið loyvir teimum at selja streym bíligari til tey, sum hava hitapumpu, jarðhita ella elbil. Príslækkingin kemur væntandi í gildi áðrenn fyrsti ársfjóðringur er liðin

Sitandi samgonga hevur sett sær sum mál, at allir almennir bygningar, og í minsta lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu hitast við grønari orku í 2025. Somuleiðis er málið hjá landsstýrinum og SEV, at øll elframleiðsla skal verða grundað á varandi orkukeldur í 2030.

Les eisini: SEV fer undir royndarverkætlan við sjóvarfalsorku

Sum liður í arbeiðinum at røkka hesum politiska málum, samtykti Løgtingið beint fyri jól, at SEV skuldi fáa lógarheimild at selja streym til hitapumpur, jarðhita og løðing av elbilum til ein serligan prís, ið er lægri enn vanligi elprísurin.

Eftir er nú bert eftir hjá nevndini hjá SEV at taka støðu til, júst hvussu stór prislækkingin skal verða.

- Nevndin hevur fund seinni í januar og fer tá at viðgera uppskotið, sum fyriliggur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV í samrøðu við Dimmalætting.

Skal elprísurin kunna differentierast, og vissa vera um, at elnýtslan fer til  hitapumpur, jarðhita ella løðing av elbilum, skal hon mátast á einum serligum elmátara.

Íbindingartreytir og -leigugjald av hesum elmátara, fer nevndin at umrøða, greiðir Hákun Djurhuus frá.

- Eisini skal nevndin avgera nær á degnum, tað skal verða bíligari at løða elbilarnar. Tað verður helst um náttina, tí er trýstið á elskipanina lægst, sigur Hákun Djurhuus.

Les eisini: Bilurin løðast við hús

Elbilarnir koma sostatt at virka sum ein frálík orkugoymsla fyri avlopselið, ið verður framleitt um náttina, ið hevði gjørt samlaðu elnýtsluna javnari, og varandi orkan hevði verið betri gagnnýtt við størri úrtøku, enn hon verður í dag.

[object Object]

Príslækkingin kann í mesta lagi vera 50 oyru fyri kilovattið, íroknað MVG, ið enn er meira enn elið kostar at framleiða. 

- Øll við elbili, hitapumpu ella jarðhita fáa ágóða av príslækkingini, men sannlíkt er, at avslátturin verður ásettur í mun til tann hægsta elprísin, sigur Hákun Djurhuus. 

Tað inniber at tey, ið rinda hægsta elprís, fáa størsta ágóðan av príslækkanini, ið enn ikki er ásett. Príslækkingin skal tó góðkennast av elveitingareftirlitinum, áðrenn hon endaliga kemur í gildi.

-  Átakið skal eggja fólki at velja grøna orku, og gera valið lættari, sigur Hákun Djurhuus og leggur at enda aftrurat:

- Eg vænti, at málið verður avgreitt innann fyrsta kvartal.

[object Object]

Átøk við orkuskifti í eygsjón
Fyri at fáa framt skifti frá olju til el, er neyðugt við politiskum átøkum. Í mai 2017 samtykti Løgtingið eitt nú, at meirvirðisgjald, tíðaravmarkað, kann endurrindast fyri íløgu í hitapumpur og arbeiðsløn til uppseting. Samtykt er eisini, at elbilar, eisini tíðaravmarkað, eru frítiknir MVG og skrásetingargjald.

Tað, at elprísirnir verða differentieraðir fyri brúkarabólkin, ið nýtir varandi orkjukeldur, fer at hava jaliga ávirkan á umhvørvið so hvørt, sum hesar orkukeldur verða útbygdar og avloysa olju og aðrar jarðrunnar orkukeldur.

Umleggingin hevur bæði inn- og útlendis týdning. Føroyar fáa størri ræði á orkuveitingini í tráð við, at vit gerast sjálvveitandi við orku, tí ein slík umlegging hevur tann fyrimunin, at tess størri elnýtslan verður, tess meira kann framleiðslan útbyggjast við varandi orkukeldum, so innflutningurin av olju kann minka og harvið útlátið av vakstrarhúsgassum. 

Orkuskiftið frá olju til el stuðlar undir, at Føroyar skerja útlátið av veðurlagsgassum, sum vit eisini hava bundið okkum til at gera sambært altjóða veðurlagssáttmálanum, UNFCCC og Heimsmálini hjá ST.

[object Object][object Object]

Kelda: Almennar viðmerkingar til lógaruppskotið

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður