Mentan

Klæmint skoraði ársins mál: "Tilvildin gjørdi avgjørt sítt"

2019-01-10 18:42 Author image
Turið Justinussen

Ársins besta mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum skoraði Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ. Serliga málið skoraði hann longu í fyrsta umfari í landskappingini, tá NSÍ vann á útivølli móti TB/FCS/Royn

Endaliga samanteljingin hevur verið, og nú er greitt, at Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ skoraði Ársins Mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum. Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya í dag.

55 sekund inn í filmin omanfyri, sæst ársins besta mál hjá Klæminti Olsen.

- Tað var eitt nokk so serligt mál, sigur ein fegin Klæmint Olsen úr NSÍ, eftir at hava vunnið heiðurin.

- Tað verða fá slík mál skoraði yvirhøvur, so eg bleiv eitt sindur ovfarin, at eg megnaði tað, sigur Klæmint Olsen, sum hevði eina kenslu av, at hetta var eitt gott mál, tá hann farna vár skoraði tað. Hann leggur afturat:

- Tilvildin gjørdi avgjørt sítt, tí hatta er ikki nakað, man fær vant. 

Seinastu vikurnar í júst farna ári, fingu fótbóltsfjepparir høvi at atkvøða um, hvat teir hildu vera besta mál í 2018 í Betri Deildini hjá monnum.

Umleið 8.000 atkvøður vórðu avgreiddar afturat atkvøðunum hjá teimum trimum tipparunum á heimasíðuni hjá FSF, Trónda Arge, Leivi Ferderiksen og Jákupi Ósá.

Fjepparaatkvøðurnar telja 50 prosent, ímeðan atkvøðurnar hjá tipparunum telja hini 50 prosentini.

Fyri heiðurin fær framherjin, Klæmint Olsen úr NSÍ minnisplátuna, ið er avmyndað omanfyri við áskriftini “Ársins Mál 2018 í Betri Deildini” og eitt gávukort á 1.000 krónur frá EFFO.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður