Mentan

Stórmessan hjá Mozart framførast tvær ferðir

2017-04-11 09:31 Author image
Sigmund Vang

Stórmessan hjá Wolfgang Amadeusi Mozart verður framfør í Gøtu kirkju Skírisdag og í Vesturkirkjuna Langa fríggjadag. Konsertin er lítlan tíma til longdar og er ikki áður framførd í Føroyum.

Eins og við Requiem, gjørdi Wolfgang Amadeus Mozart ongantíð stórmessuna í c-moll lidna. Messuna skrivaði hann í takksemi fyri, at unnusta hansara, Constanza, var vorðin frísk aftur eftir drúgva sjúkralegu.

Mozart hevði í samband við hesa messuna lagt seg eftir at granska teir gomlu meistarnir Bach og Handel. Messan við m.a. 8-rættaðum dubultkórum, karakteristiskum samspæli millum moll og dur og skifti millum kraftmiklar satsar til yndisligar ariur, verður av mongum mett at verða eins dygdargóð sum hansara Requiem.

Tað eru Havnakórið,  Eystanljóð, solistar og orkestur sum seinasta árið hava vant víðagitnu stórmessuna í c-moll. Solistar eru Hallveig Rúnarsdóttir, sopran, Tóra Vestergaard, sopran, Ernst S Dalsgarð, tenor og John Jacobsen, bass. Leif Hansen stjórnar kóri og orkestri.

 

 

 

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður