Heimatíðindi

Føroyingar vunnu stórt á Embla Food Award

c Mynd: Bettina Lindfors / norden.org

Mynd: Bettina Lindfors / norden.org

2017-08-25 11:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Embla Food Award fór av bakkastokki fyri fyrstu ferð í ár. Talan er um príshandanir sum vera latnar teimum norðurlensku londunum, ið á ymsar hættir skara framúr og skapa nýtt innanfyri matframleiðslu.

Sjey heiðurslønir vera latnir hvørt ár: "Mat til børn og ung", "Mathandverk", "Mat til mongdir", "Matsamskifti", "Matferðamál", "Rávøruframleiðsla" og "Matíverksetan". 

Av hesum sjey heiðurslønum fóru Føroyar avstað við ikki minni enn trimum:
"Mathandverk" vann kokkurin Leif Sørensen, fyri sínu serligu røstu fiskakips. "Matferðamál" vann skipanin Heimablídni, sum Anna og Óli Rubeksen umboðaðu. Síðsti prísurin var "Rávøruframleiðsla" sum Eva og Jógvan Jón av Dímunargørðum vunnu.
Umframt hesar tríggjar prísirnir var kendi sjónvarpskokkurin, Gutti Winther, eisini tilnevndur til heiðurslønina "Matsamskifti" fyri sendingina "Fisk og Skips".

Av hinum norðanlondunum vann Geitmyra Matkultursenter í Noregi heiðurslønina "Mat til børn og ung", Annika Unt úr Svøríki vann "Mat til mongdir" heiðurslønina, Micheal Björklund frá Smakbyn í Álandi vann heiðurslønina "Matsamskifti", og Thomas Snellman frá REKO í Finnlandi vann heiðurslønina "Matíverksetan".

Danmark og Ísland vunnu ongar heiðurslønir á ársins Embla Food Award. Føroyingar, harafturímóti, gjørdust teir heilt stóru vinnararnir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður