Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Undir alt lágmark

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Undir alt lágmark

2017-11-14 17:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

- Vit standa spyrjandi eftir seinasta útspælið frá Fíggjarmálaráðnum. Tølini, ið tey borðreiða við, eru langt frá tølunum, ið okkara limir síggja á lønarseðlunum. Vit afturvísa staðiliga hesi tøl, skrivar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í skrivi sent miðlunum.

- Tað er undir alt lágmark, støðugt at royna at grugga við villeiðandi tølum. Hetta er óvirðiligt og minnir um lótir, ið vit hava sæð í amerikanskum politikki seinastu tíðina, verður lagt afturat

Og so spyr felagið, hvør tað er, sum skrivar hesi tíðindaskrivini hjá Fíggjarmálaráðnum.

- Sunnudagin kom eitt skriv, har Fíggjarmálaráðið boðaði frá, at tað fór at kosta landinum hundratals milliónir, um tey valdu at rætta lønarskeivleikan hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Í gjár kom so eitt skriv, har tey boðaðu frá, at vit longu fáa somu løn, sum aðrir fakbólkar við somu útbúgvingarlongd. Hetta hongur ikki saman, sigur felagið og heitir á Fíggjarmálaráðið um at koma aftur tilsamráðingarborðið.

- Tykkara treiskni gongur bara útyvir sjúklingarnar, sigur felagið at enda í skrivinum, sum er sent út í dag.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður