Uttanlands

Toilett-kollvelting í India

Toilett-kollvelting í India

Mynd: Ignas Kukenys

2018-02-09 11:46 Author image
Hjalte Zacharewicz og Lív Reynheim

Helvtin av teimum í alt 1,3 milliardum íbúgvunum í India hava ikki atgongd til vesi, og noyðast sostatt at fara á vesið á landsins opnu gøtum. Hetta setur gongd í smittu og lívshættisligar búksjúkur, ið serliga raka børnini. Sambært felagsskapinum UNICEF, lata 400 børn lív um dagin í India vegna búksjúku, og vánaligu vesiumstøðurnar eru atvoldin til heili 80 prosent av tilburðunum.

Stjórnin í India hevur seinastu árini raðfest vánaligu toilettkorini í landinum høgt, og er farin undir eina umfatandi verkætlan, ið skal veita øllum indarum atgongd til vesi í 2019. Tá Narendra Modi tók við embætinum sum forsætisráðharri í 2014, lovaði hann at bøta um vánaligu toilettumstøðurnar. Modi hevur hildið orð – síðani 2014 eru fleiri enn 53 milliónir vesir bygd í landinum og ætlanin er at byggja 60 milliónir afturat áðrenn 2019. Verkætlanin hevur fingið heitið “Clean India”, og indiska stjórnin væntar at nýta meiri enn 200 milliardir krónur til endamálið.

“Næsta avbjóðingin verður at fáa indarar at nýta nýggju vesini, tí trupulleikin er eisini mentanarligur, og er sæddur sum eitt stórt tabuevni millum manna. Fyribrigdi, sum eitt nú frágreiðing, upplýsing og hugburðsbroytingar eru avgerandi, um málið skal røkkast”, sigur Shivani Sood, ið er ráðgevi hjá hjálparfelagsskapinum WaterAid India. Shivani Sood greiðir harumframt frá, at nógv bendir á, at India fer at koma hesum trupulleikanum til lívs. Til dømis hava foreldur úr 110 bygdum í seinastuni kunngjørt, at tey ikki vilja gifta døtrarnar burtur til eitt húsarhald, sum ikki hevur vesi.

Eisini Bollywood hevur tikið boðskapin til sín. Í 2017 varð filmurin “Toilet: A Love Story” sýndur í indisku biografunum. Hann fevnur um alt, ið vanliga eyðkennir Bollywood filmar, so sum spenning, sang, dans og kærleika millum eitt ungt par. Í søgugongdini vil kvinnan skiljast frá manninum, tí hann og pápi hansara halda tað vera óneyðugt við egnum vesi til familjuna – og hetta heldur hon vera konservativt. Filmurin gjørdist ein landaplága og óvanliga nógvar biografbillettir vóru seldar. Søgugongdin er politisk, tí hon ber við tíðarbæra tabuevnið í landinum; nevniliga hættisligu fylgjurnar av, at so nógv fólk eru noydd at fara á vesið úti á opnari gøtu.

Nógv bendir á, at ein toilett-kollvelting fer fram í India í løtuni, og at framgongdin fer at halda fram. Sambært Shivani Sood ber stóri áhugin fyri filminum boð um nýggjar tíðir í India, tí hetta er fyrstu ferð í áratíggju, at indarar vága sær at kjakast opið um evnið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður