Heimatíðindi

Klumman: Peek a boo

Klumman: Peek a boo
2018-02-09 15:26 Author image
Simona Midjord

Haldi tað eitur “hygga bø” á føroyskum. Soleiðis minnist eg, at tað stóð á eini bók til tey minstu sum míni áttu, tá tey vóru smá. Hinar fittu bøkurnar, har ymiskir lutir fjala seg handan klaffar, sum man letur upp.

Sum eldri spæli eg eisini “hygga bø”, men nú við tí fyri eyga, at ongin finnur teir fjaldu “hygga bø’arnar”. Nú skulu fjaldu lutirnir fyri alt í verðini aldrin finnast, fyrr enn rúm tíð er gingin. 

Í gongini hongur langa reyða kavadraktin, sum eftir røttum átti at verið hongd í fýrrúmið. Tað er ikki av óvart, at hon hongur í gongini. Reyðu longu brøkurnar eru so síðar, at tær nerta við gólvið. Men hyggur man væl eftir, sær man tveir vínreyðar snútar kaga undan. Einir nýggir vínreyðir skógvar, keyptir í útsølu. Eitt par, ið ikki má verða sjónligt fyri verðini (les: manninum) fyrr enn um nakrar mánaðir, soleiðis, at tá hann leggir merki til teir og spyr, um eg aftur havi verið og keypt nýtt, kann svara: “Ha? Nei, hasir eru gamlir. Men tú leggur heldur ongantíð merki til nakað fyrr enn einaferð!”

Eg ruddaði klædnarúmið fyrr í vikuni. Vit hava fingið eitt nýtt skáp, sum hevur fingið pláss í gongini niðriundir, tí eitt húski við fimm limum fyllir nógv í einum lítlum kustaskápi, sum støddin á okkara klædnarúmi er. Spyr tú mannin eiga vit bara for nógv. Spyr tú meg er hetta ikki rætt. Men hinvegin...

Tá eg nú ruddi eina hill fyri og aðra eftir, so komi eg fram á lítlar fjaldar seðlar. Nakað sum tá man spældi skattajakt fyrr. Ella sum kærleiksbrøvini man ongantíð fekk, men sum tá man droymdi um tey, hitaðu hjartað á sama hátt sum hesir lítlu seðlar. “Isabella dress", áh tað var hin vakri eg keypti til jólaveitsluna hinaferð, sum eg riggaði so væl í. Hvar er hann nú? Eg læt onkrum hann, tí eg fekk ein nýggjan. Áh tey minnir og rík! “Rosabelle fake fur" - hvussu var tað nú við honum? Áh jú, hann hongur her, pelsurin ið verður brúktur til serligar løtur, brúdleyp og annað hátíðarligt. Á onkrum stendur bara “basic" 49 kr. Tað man nokk verða ein toppur ella ein T-shirt frá H&M. Hví havi eg fjalt tann seðilin? Tað er júst tað slagið, man kann lata liggja frammi, vissi maðurin dettur um hann. “Keypti tú nógv? Her liggur okkurt, hvat er hetta?” - Nei taveigud, eg keypti ein svartan topp, hin sum eg eigi, er so slitin... (bítið merki í “hin”, sum um eg bara eigi ein.)

Takið ikki feil, upprunavirðið er altíð hægri enn tað, ið er útgoldið. Í so máta eri eg nokkso sparin, tí eg keypi tað allarmesta í útsølu. Og siti eg á netinum, fyri at vita um eg detti um okkurt sum eg ikki visti at eg manglaði, so fari eg altíð á Pricerunner, fyri at finna útav hvar eg kann keypa vøruna fyri minsta prís og keypi hana har. “Se det havde I ikke lige set komme, vel?”

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður