Mvg-fríir pakkar kosta landskassanum tíggjutals milliónir

Mynd: Shutterstock

Mvg-fríir pakkar kosta landskassanum tíggjutals milliónir

2018-02-09 14:30 Author image
Leif Láadal

Higartil hava vit bert hoyrt í prosentum, hvussu nógv internethandilin úr útlondum er vaksin seinnu árini. Nú eru nágreinilig tøl við krónum og oyrum komin á, og tað fær Handilsvinnufelagið at rópa varskó. Føroyingar innflyta nevniliga 7.500 pakkar um vikuna við einum innihaldsligum virði undir 300 krónur.

Siga vit, at miðalvirði í hvørjum pakka er 200 krónur, er altso talan um ein handilshátt, sum umsetur fyri einar 75 milliónir krónur árliga. Um meirvirðisgjald varð goldið av hesari upphædd, nærkast tað 20 milliónum krónum, sum ikki skulu lætast landskassanum.

Posta tekur sær av at avgreiða og bera út hesar pakkar og sohvørt sum talið á teimum hækkar, vinnur Posta meira pening. Tí hevur Posta eisini áhuga í, at tað koma fleiri pakkar til landið, og hevur eisini heitt á landsins myndugleikar um at hækka smálutamarkið til 2.500 krónur, sum er tað, fólk hava loyvi til at hava við sær avgjaldsfrítt inn í landið, tá tey hava verið og ferðast.

Tað eru nógv, sum als ikki eru samd við Posta í, at smálutamarkið skal hækka. Tann harðasta mótstøðan kemur frá Handilsvinnufelagnum. Birita Johansen er ráðgevi í Vinnuhúsinum og skrivari hjá Handilsvinnufelagnum. Hon vísir á, at treytirnar fyri at reka handil í Føroyum eiga í minsta lagi at vera eins fyri føroyskar og útlendskar fyritøkur.

– Í løtuni hava vit eina støðu, har útlendskar fyritøkur hava fyrimun. Allar vørur í teimum vørubólkum, sum eru undantiknar avgjøldum og ikki eru verdar meira enn 300 krónur, sleppa avgjaldsfrítt inn í landið. Føroyskar heilsølur og handlar skulu hinvegin gjalda meirvirðisgjald og í summum førum toll eisini fyri hesar vørur, áðrenn tær verða settar á hillarnar, og tað kann ikki vera rætt, sigur hon.


Lesið alla greinina í Dimmalætting hesaferð og á Dimma+ HER

 

 

placeholder

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Terji murrar við til lívsins ró

Terji murrar við til lívsins ró

– Eg helt ikki, at eg dugdi nakað ávíst serliga væl, og tí valdi eg bara tað stuttligasta av teimum lutum, sum eg ikki dugdi...

Author image Leif Láadal

Meira langlesnaður