Heimatíðindi

Stigabilurin hjá kommununi røkkur ikki

Stigabilurin hjá kommununi røkkur ikki
2018-02-09 13:44 Author image
Georg L. Petersen

Ætlanin er at flyta inn í Glasir eftir summarsteðgin, og tey eru farin at gera seg til reiðar – men ein knútur er eftir at loysa, tí stigabilurin hjá kommununi røkkur ikki tí eina rúminum. Kommuna vil hava Landsverk at rinda, meðan Landsverk heldur, at uppgávan er kommunal. At hetta fór at vera ein avbjóðing hava partarnir vitað í langa tíð, men nú brennir á

– Alt er gjørt klárt hvat brunastrategi viðvíkur, so vit eru klárir frá okkara síðu. Tað einasta sum er eftir er spurningurin hvat skal gerast við trupulleikan, at verandi stigabilur ikki røkkur tí eina rúminum, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki.

– Vit royna at loysa trupulleikan, sum langt síðan burdi verið loystur, tí hann hevur verið kendur í langa tíð. Vit fara sum skjótast at tosa við Landsverk, um tað finnast aðrir møguleikar, uttan at neyðugt er við nýggjum stigabili, sigur Marius Müller frá Teknisku Deild í Tórshavnar Kommunu.

Hann sigur seg einki hava við keyp av stigabili at gera, tí tað er ein politiskur spurningur.

Tað kann veruliga merkjast, tí ein líkinda stigabilur, sum skal røkka upp á ovastu hædd, er mettur at kosta einar sjey milliónir krónur.

Landsverk rennur seg støðugt í snávingarsteimnar, tá tað snýr seg um at byggja Glasir. Sparingar og arbeiðsósemjur hava eyðkent byggingina í Marknagili, sum eisini er seinkað munandi.

Les meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður