Uttanlands

Arbeiðsgenta funnin í frystara: løgreglan handtikið arbeiðsgevaran

Mynd: Visualhunt

Mynd: Visualhunt

2018-02-24 15:45 Author image
Elisa Vang

Løgreglan í Libanon hevur nú handtikið ein mann, tí líkið av filippinsku arbeiðsgentuni hjá honum varð funnið í eini frystiboks í Kuwait herfyri, tað skrivar DR Nyheder á heimasíðuni.

Drápið hevur vakt stóran ans í Miðeystri og í Asia. Tað hevur fingið forsetan í Filippinunum, Rodrigo Duterte, til at seta í verk útferðarforboð fyri allar filippinarar, sum hava søkt um arbeiði í Kuwait.

Samstundis hartar Duterte myndugleikunum í Kuwait fyri ikki í nóg stóran mun at fara eftir arbeiðsgevarum, sum hann skuldsetir fyri regluliga at voldtaka filippinskar kvinnur og noyða tær at arbeiða upp í 21 tímar um døgnið uttan at geva teimum ordiliga kost.

Sambært filippinska uttanríkismálaráðnum, hevur Kuwait upplýst, at libanesiski arbeiðsgevarin, Nader Essam Assaf, er varðhaldsfongslaður í Libanon fyri drápið av 29 ára gomlu Demafelis. Líkið var eftir øllum at døma merkt av torturi.

Leitað verður eisini eftir sýrisku konuni hjá varðhaldsfongslaða manninum. 

 

Meira kann lesast um málið HER

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður