Mentan

X Factor: Luttakarar skulu syngja Girl power-løg

X Factor: Luttakarar skulu syngja Girl power-løg

Mynd: DR

2018-03-08 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir

3. X Factor livesendingin fríggjadagin verður eitt rættiligt kvinnukvøld.

Sofie Linde verður aftur vertur aftaná tvær vikur í barnsburðarfarloyvi, og allir luttakarar skulu syngja hitløg hjá kendum songkvinnum.

Í dag er altjóða kvinnudagur, og í tí sambandi verður temaið  hesa vikuna "girl power".

Jamie Talbot skal framføria spildurnýggja lagið "Make Me Feel" hjá Janelle Monáe.

Rasmus skal syngja "Godspeed (Sweet Dreams)" hjá amerikanska countrybólkinum Dixie Chicks, ið higartil hava vunnið 13 Grammy-heiðurslønir.

Sigmund skal syngja lagið hjá kendu popstjørnuni Demi Lovato, "Cool for the Summer". Hetta verður ikki fyrstu ferð, at hann framførir eitt lag hjá Demi Lovato, hann sang nevniliga lagið hjá henni, "Confident" til bootcamp.

Vita skal syngja lagið "Only Girl (In the World)" hjá Rihanna.

Thomas Blachman er einasti dómari, ið ikki hevur mist nakran luttakara enn, síðan livisendingarnar byrjaðu. Bólkarnir hjá honum skulu syngja minni kendan tónleik.

Sol & Christian skulu syngja danska lagið "Tænk på et sted" hjá bólkinum Navneløs.

Hjúnini Anne Mette & Tomas skulu syngja "If I stay" hjá bólkinum Chinah, har forsangarin er danska songkvinnan Fine Glindvad.

Bólkurin Place on Earth fara burturfrá tí danska og hava valt at heiðrað bretsku songkvinnuna Kate Bush. Tey skulu syngja 80ara-lagið "Running Up That Hill".

Sí eisini: Sofie Linde aftur sum vertur í X Factor

Kelda: DR

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður