Uttanlands

Kom og plogga!

Kom og plogga!

Mynd: EPA/JEROMY FAVRE

2018-03-08 21:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Um allan heim eru fólk farin at plogga, og fyrimunirnir eru nógvir.

Vit eru von við at síggja fólk renna úti kring sólarringin. Skjótt kunnu vit verða noydd at venja okkum við at síggja hesi somu fólk koma rennandi við burturkasti.

Nýggjasta svenska fitness-dillan, plogging, verður kanska skjótt at síggja í Føroyum. Orðið "plogging" er ein samanseting av jogging og svensku orðingini "plocka upp", ið merkir at taka upp. Í hesum førinum er talan um burturkast.

Nyggja dillan hevur longu breitt seg til onnur Norðurlond og onnur lond í Evropa. Tey eru enntá byrjað at plogga í USA, har fólk eisini eru móð av at síggja burturkast liggja framvið vegnum.

"Eg ætli mær ikki at lata burturkastið liggja har. Eg ætli mær ikki bara at ganga framvið, tá eg síggi eina gamla plastikfløsku," sigur amerikanska Emily Wright við The Washington Post. "Tað er ikki tað at eg ikki haldi tað vera ólekkurt at taka tað upp, tí tað haldi eg, men eg haldi eisini tað er ólekkurt, at fólk ikki kenna tað sum sína ábyrgd at taka tað upp."

Emily Wright hevur ploggað í fleiri mánaðar, men tað er bert fáar vikur síðani, at hon fann útav, at tað hon ger hvønn dag, hevur eitt navn.

Maki hennara plagdi at arga hana við, at hon altíð fór út at jogga við plastikposa og gummihandskum.

"Hann plagdi at kalla tað fyri mínar skrellitúrar, og fyri fáum vikum síðani segði hann: "Sviar hava eitt navn fyri tínar skrellitúrar!'"

Sum oftast heintar hon sigarettstubbar, plastikfløskur og fløskuproppar. "Tað mest vamlisliga eru allar tær brúktu blæurnar, eg komi fram á," sigur hon.

Effektivari venjing

At plogga er ikki bert gott fyri umhvørvið, tað er eisini gott fyri heilsuna. Sum at gera "squats" meðan tú joggar.

Sambært svensku fitnessappini 'Lifesum', sum í februar gjørdi tað møguligt hjá brúkarum at halda skil á ploggingini hjá sær, forbrennur tú 288 kaloriur við at jogga og savna upp burturkast í ein hálvan tíma, samanborið við 235 kaloriur, um tú bara joggar.

Tað sýnast at vera fyrimunir fyri øll at plogga. Heilsuna, samvitskuna og ikki minst umhvørvið. Einum nýtist ikki at renna fyri at plogga. Tað ber jú líka væl til at savna burturkast, tá tú gongur túrar antin tað er í haganum ella á vegnum.

Allarhelst fer hetta at breiða seg til Føroya eisini, kanska gera fleiri tað longu nú. Spurningurin er bert: hvussu skal tað eita hjá okkum?

Fyribils ber til at lesa eina rúgvu á netinum um at #plogga.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður